Talgilding av sjónvarpssendinetinum

Talgilding av sjónvarpssendinetinum

Fer títt sjónvarp í svart?

Sjónvarpssendinetið, sum Mentamálaráðið eigur og umsitur, verður nú talgilt (digitalt). Analoga senditøknin er ikki tíðarhóskandi longur og er eisini vorðin ov kostnaðarmikil at reka og umsita.

Sendinetið verður tí talgilt við MPEG-4 tøkni, so tað stendur mát við sendinetið í grannalondunum. Mynda- og ljóðgóðskan verður betri, og tú fært eina klárari mynd við betri litum og ljóði.

Fyrstu sendararnir verða sløktir 16. september 2013, og fer arbeiðið at strekkja seg yvir trý ár, til 2015. Fá svarið upp á spurningar tínar, nú sjónvarpsnetið verður talgilt, á slóðunum niðan fyri her.

Les meira um

>> Tíðarætlan: Soleiðis verður skift

>> Spurningar og svar

>> Hjálp