GÓÐAN MORGUN FØROYAR

PANELIÐ

MYNDAKAPPING

VEKSLARIN

UM SENDINGINA

SAMBAND

Góðan morgun Føroyar

3. feb 11:56

73 ár - og aftur komin við "slagara"

Nikolina, sum hevur verið á føroyska tónleikaplallinum í meiri enn hálva øld, hevur nú roynt seg við ungum sangstjørnum

3. feb 07:53

Deyðin - Klumman 03.02.12

Nú ber til hjá teimum deyðu at senda eina heilsan

2. feb 15:15

Vit skulu dagliga ávirka kjakið í almenna rúminum

Kunnu ikki viðgera alt, og mugu tí raðfesta, hvørji mál skulu takast upp. Gestur í Morgunrøddini hesuferð var nýggi tíðindaleiðarin í KringvarpinumLiljan Weihe

2. feb 14:51

Skúlabørn koyra uttan trygdarbelti í skúlabussum

Helvtin av teimum, sum doyggja í ferðsluni, høvdu livað, um tey vóru íbundin trygdarbelti. Tátturin "Trygd og ferðsla" varpaði lós á trygdarbelti í morgun

2. feb 14:25

Prísurin á ferðing er drepandi fyri fólk og vinnu

Semja var í Morguntinginum í morgun um at javnseta kostnaðin at ferðast um firðir og sund. Tað kostar 10 mill.kr.

2. feb 13:19

Uppá hægsta fjall uttanfyri Himalaya

Seint mikukvøldið, var stórfingin móttøka fyri Djóna Kunoy, tá hann kom aftur til Kunoyar. Saman við føroyingum, sum búgva í Danmark, hevur Djóni verið á Aconcagua", ið er hægsta fjall í Suðuramerika, og eisini hægsta fjall í heiminum uttanfyri Himalaya.

2. feb 13:09

Tónleikurin givið mær áhuga fyri psykologi

Tríggir tímar um dagin verða brúktir til venjing, sigur Maria Olsen, sum spælir klassiskan guitar á konsertini 'Tónleikarar á ferð', har eisini Anna á Váli Smith skal spæla cello

2. feb 11:05

Missa trúvirðið av stavivillum

Føroyingar hjúkla ikki nóg mikið um tað skrivliga arbeiðið, heldur Randi Kúrberg

1. feb 16:27

Hugskotskapping um nýggjan miðbý í Klaksvík

Hugskotskappingin um nýggjan miðbý til Klaksvík er fingin í lag, fyri at fáa nýggj hugskot til, hvussu Klaksvík kann troyta teir møguleikar, sum liggja í miðøkinum í býnum.

1. feb 16:09

Ungar eldsálir innan filmsframleiðslu

Í skúlanum við Ziskatrøð í Klaksvík hava tey fingið lærugreinina miðlalæra inn í skúlatímarnar til teir eldru flokkarnar. Fleiri evnaríkir næmingar eru longu at síggja og ein teirra er 16 ára gamli Klæmint Klakk

1. feb 08:45

Undirvísing um holocaust í føroyskum skúlum

Hví skulu vit undirvísa um holocaust í føroysku skúlunum? Tað var ein av stóru spurningunum, sum var viðgjørdur á skeiði, ið Nám skipaði fyri

1. feb 08:30

Heilsufrøðingurin 1. februar

Ørkymlaði foreldur hava sent heilsufrøðinginum, Bjørghild Djurhuus, spurning

31. jan 10:27

Vegurin til Norðurlendskt samstarv er myndað á miseydnaðar royndir

23. mars í ár eru fimmti ár liðin síðan sáttmálin, sum er grundarlagið fyri politiska samstarvinum millum norrønu londini, varð undirskrivaður. Í hesum sambandi varð skipað fyri kunningarfundi um Helsingforssátmálan

31. jan 10:26

Fakfeløgini hava verið trilvandi og víst avgerðarloysi

Arbeiðsgevarin - serliga Fíggjarmálaráðið - fær karakterin 13. Fakfeløgini hava góðtikið lønarlækking og góðtikið at skattaumskipanin er partur av sáttmálasamráðingunum

31. jan 09:41

Strandaðir stórhvalir

Tað hendir viðhvørt, at stórhvalur ger landgongd ella rekur deyður inn á land. Á ársins fyrsta degi lá ein avgustur millum Hvalba og Nes.

27. jan 11:31

Klumman 27.01.12

Klumman hesaferð er um tatoveringar

27. jan 11:24

Føroyar eru ein sangtjóð

Fýra føroyingar eru framvegis við í songkappingini X-Factor

26. jan 13:48

Public service skylda, men eisini raðfesting

Kjak millum Øssur Winterheig, Liljuna Weihe og Anniku Mittún

25. jan 11:45

Minni hall og tilfeingisgjald

Skjótt kann almenna skuldin og økta rentubyrðan tyngja føroyska búskapin nógv, varð víst á í Morguntinginum í morgun

25. jan 10:28

H71 í menning

Bæði tey bestu mannsliðini hjá H71 í hondbólti spæla hálvfinalur

25. jan 09:22

Rústrupulleikar í Føroyum

Tað eru fá ung fólk í Føroyum, sum eru bundin av rúsdrekka, men fleiri, ið eru bundin av rúsevnum

24. jan 12:06

Ein uppgerð ímillum høgra og vinstra

Kjaktorgið roknar við, at løgmaður fer eftir einum tilfeingisgjaldi fyri at avmarka hallið á fíggjarlógini

24. jan 11:49

Flatskatturin klývur tjóðina

Kjak millum Rigmor Dam og Bjarna Djurholm um gjónna millum rík og fátøk í Føroyum

24. jan 09:36

Fáir føroyingar í fátækravanda

Sjálvt um tað er lágur ójavni í Føroyum í løtuni, eru stórir trupulleikar á framleiðsluøkinum

23. jan 14:33

Bókormar fáa bøkurnar - men e-bókin er framtíðin

Vantandi frálærutilfar elvdi til størsta privata føroyska bókforlagið. Jonhard Mikkelsen, sum eigur Sprotan, var gestur í Morgunrøddini í morgun

23. jan 11:33

Jazztrioin Lauv spælir livandi tónleik í studio 5

Lauv merkir leyv á føroyskum. Í trioini eru Kim Christer Hylland á trummum, Kjetil André Mulelid á klaveri og Bárður Reinert Poulsen á bassi

23. jan 08:36

Í óðum verkum

Máltátturin 23.01.12

20. jan 16:09

Ferðavinna skal bjarga rossinum

Verkætlan skal menna rossasløg í útjaðara í Noregi. Føroyum og Íslandi.

20. jan 11:42

Ole og Niels-Uni í hólmgongu um Eivør

"Tjóðarikonið" má flyta seg listarliga. Sangurin var ikki tann rætti, er ummælari og viðmerkjari samdir um. Ole Wich: framførslan ikki góð. Niels Uni Dam: hon var ok

20. jan 10:50

Granska serliga í tilfeingi og náttúru

Áhugi er fyri øllum granskingarøkjum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

20. jan 10:45

Atburður í kreppustøðum

Hví bera vit okkum fram sum vit gera, tá ið vit eru vitni til eina ógvusliga hending, og hví regera vit so ymiskt.

19. jan 16:46

Gáloysni í ferðsluni

Kanningar vísa, at 30% av øllum ferðsluvanlukkum hava gáloysni sum avgerandi orsøk

19. jan 16:28

Jákup lovar útróðrinum batar

Jákup Mikkelsen og Mortan Johannesen mannaðu Morguntingið í morgun

19. jan 11:34

Miðlaheiðurslønir komnar fyri at vera

Dómsnevndin hevur tilnevnt 20 uppskot, sum kappast um tær fimm Miðlaheiðurslønirnar. Vónandi er hetta tiltak, sum er komið fyri at vera, sigur Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur

18. jan 10:45

Sjónleikarabólkurin TVAZZ vil bróta ísin

Eitt evni, sum ikki verður tosað serliga nógv um. Eitt evni, vit helst skáka okkum undan, er óndskapur.

18. jan 10:39

Føroya besti tungmálmsbólkur

Í næstum verður farið undir kappingina Wacken Metal Battle Føroyar, sum hevur til endamáls at finna besta tungmálmsbólk her á landi. Vinnandi bólkurin skal spæla í finaluumfarinum á Wacken Festivalinum í august

18. jan 11:01

Eftirlýsir at Lærarafelagið er meira ítøkiligt

Tillutaða tímatalið í skúlunum svarar til krøvini sum lógin ásetir

18. jan 08:41

Ryggurin skal vera nóg byrgur

Tá barnið setur seg upp at sita, kann tað sleppa í barnastól

17. jan 11:15

Sjálvandi skal makrelurin seljast fyri hægstjóðandi

Tað verður torført hjá landsstýrinum at siga nei at selja part av makrelkvotuni fyri 100 milliónir, varð víst á í Kjaktorginum í morgun

17. jan 11:00

Statistar í monarkiskari komediu

Seinasta vikuskiftið sendi sjónvarpið hjá Kringvarp Føroya allan leygardagin og sunnudagin frá hátíðarhaldinum fyri Margrethu drottning, sum hevur sitið á trúnuni í 40 ár

17. jan 11:00

Týdningarmikið at vera nærverandi

Í hesum døgum er skeið í leiðslu og samskifti, um hvønn týdning tað hevur at bera seg rætt fram

16. jan 14:31

Hjartasorg fekk Jóanes at yrkja

Vinmenn í Oyggjaframa og sosialistiska arbeiðið fekk stóran týdning fyri Jóanes Nielsen og skaldskap hansara

16. jan 12:11

Ung í Føroyum kann vera ein lopfjøl

17. februar fer 11. ungdómsmentannarstevnan Ung í Føroyum av bakkastokki

16. jan 10:58

Alsamt truplari at vera lærari

Annar hvør lærari kennir seg strongdan

16. jan 10:34

Trúboðin í nýggjum hami

Blaðið Trúboðin legði á annan bógv um árskiftið og kemur nú út í nýggjum hami

16. jan 10:05

Hvussu skulu máltíðirnar eita

Máltátturin 16.01.12

14. jan 19:44

Eitt eldorado fyri extrema turismu

Føroyska náttúran kann geva fólki spennandi avbjóðingar og er ein fongur fyri ferðafólk, sum vilja hava upplivingar.

13. jan 12:18

Vónloysi millum útróðrarmenn

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði aðalfund mikudagin. Morgunsendingin tosaði hósdagin við formannin, Mortan Johannesen, um støðuna í Bólki 5

13. jan 11:23

Dagur fyri makar hjá krabbameinsraktum

18. januar skipar Kabbameinsfelagið fyri degi fyri makar hjá krabbameinsraktum

13. jan 11:10

At vera maki hjá einum krabbameinsraktum

Tað er týdningarmikið at tosa við onnur í somu støðu um sínar upplivingar og kenslur

13. jan 07:56

Klumman 13.01.12

Mindfulness og vastige

12. jan 11:21

Christiansborg er eitt spennandi arbeiðspláss

Tað er spennandi at vera skrivari hjá sambandsflokkinum og Edmund Joensen á Fólkatingi, sigur Sonja Albrink

11. jan 12:22

Sum stytst á heimi - sum longst heima

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Rigmor Dam, framsøgu´gukvinna javnaðarfloksins í almannamálum, mannaðu Morguntingið í morgun

11. jan 09:01

John Lawton spentur at koma aftur til Føroya

Í februar fer fyrrverandi sangarin í Uriah Heep, John Lawton, aftur á pall í Føroyum. Saman við honum verður føroyski bólkurin Deiggj, sum í ár hevur 30 ár á baki

11. jan 08:38

Børn við mjadnafeili

Tað ræður um at viðgera mjadnafeil hjá børnum sum skjótast, sigur Bjørghild Djurhuus, heilsusystir

10. jan 11:52

"Man skal vera sum ein blekksprutta"

At vera skrivari hjá fólkatingslimum, er at vera sum ein høgguslokkur, sigur Joan Ólavsdóttir, sum er skrivari hjá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi

10. jan 11:39

Ein uttanveltað lýsing av grindadrápi

Framsýningin 2 minutes, sum lýsir eitt grindadráp í Sandagerði í 2010, hevur verið sýnd bæði í Tórshavn og Keypmannahavn. Nú verður hon eisini at síggja í Reykjavík

10. jan 11:44

Fakfeløgini áttu at samskipað lønarkrøvini betur

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fingið fakfelag at góðtaka skattalættan sum part av lønarsamráðingunum

9. jan 16:47

Føroyingur í ófriðarliga Sudan

Óstøðug viðurskifti eru í sudanska landspartinum Darfur. ST hevur støðir í Darfur økinum, har ein føroyskur verkfrøðingur hevur eitt leiðandi starv. Signheðin Knudsen tryggjar støð síni við 700 monnum vatn, flutning, og aðrar veitingar.

9. jan 16:39

Frá 180 til 14 fólk

1. apríl 1976, varð Postverkið yvirtikið. Tá starvaðust um 180 fólk á frímerkjadeildini. Í dag telja tey 14, sigur Svanbjørg Manai, stjóri á frímerkjadeildini

9. jan 12:34

Nógvir møguleikar fyri víðgongdari ferðavinnuni við náttúruupplivingum

Eyðun Berg, sum skipar fyri upplivingar-ferðavinnu, var gestur í morgunrøddini í morgun

9. jan 12:09

Máltáttur 09 01 2012

Eitur tað gott nýttár ella gott nýggjár

9. jan 07:56

Tey skúlatroyttu mugu ikki sleppast

Umráðandi er at halda eyguni við teimum skúlatroyttu næmingunum. Størri vitan hjá lærarum um næmingar, sum hava serstakar trupulleikar, er avgerandi, sigur Karolina Matras, forkvinna í Fólkaskúlaráðnum.

6. jan 11:24

Klumman 06.01.12

Vóru jólini betri fyrr?

6. jan 10:59

Føroyar, Danmark og Grønland geva frímerki út í felag

Margretha Drotning er sera nøgd við nýggja frímerki, har hon er avmyndað, sigur stjórin á frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai

6. jan 08:46

Oyrini tola ikki harða tónleikin

Granskarar og oyralæknar kring heimin eru samdir um, at vit skjótt fara at síggja fleiri oyrnaskaðar, enn vit hava sæð higartil. Orsøkin er ovurnýtsla av Mp3 og Ipod spælarum, ið verða skrúvaðir alt ov hart frá.

5. jan 15:21

Vill og still men ikki sjúk

Tóra Tóroddsdóttir sigur, at bæði vill og still børn kunnu hava ring bindindi, og lesi- og skrivitrupulleikar. Væl ber til at fáa hesi á føtur, uttan heilivág. Flestu teirra eru ikki sjúk.

4. jan 16:00

Í tøkum tíma at bjarga útróðrinum

Útróðrarmaðurin og fyrrverandi skiparin Mortan Johannesen heldur, at okkurt er spinnandi galið, tá ein ikki kann fáa besta prísin fyri besta fiskin. Hann óttast, at føroyski útróðarflotin skjótt fer fyri bakka.

4. jan 15:18

Ommu- og abbabørn eru lívsins dessert

Í dagsins spurningi til heilsufrøðingin spyr mamma, hvørjar reglur eru galdandi, tá hennara børn eru og vitja ommur og abbar

4. jan 12:28

Óvissa um fólk siga nei til kommunusamanlegging

Fyrsta Morguntingið hevði orðaskifti um fólkaatkvøðuna at leggja kommunurnar saman í sjey stórkommunur

4. jan 08:59

Troyggjan og ítróttin eru góð jarnbrot

Ferðavinnan hevur lítla játtan, men eitt nú Guðrun & Guðrun troyggjan og fótbóltslandsliðið eru ein góð hjálp í marknaðarføringini. Súsanna Sørensen, ráðgevi í Vinnumálaráðnum, greiðir frá hesum og hvussu tað kann mátast, tá Føroyar fáa umrøðu uttanlands.

4. jan 08:31

Sleppa ikki at selja føroyska rullipylsu í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Einum føroyskum virki manglar EU góðkenning, so rullipylsan kann útflytast. Tí sleppa vit ikki at selja rullipulsu í Føroyahúsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum, leiðari

3. jan 13:18

Jákup Eli live í studio 5

Jákup Eli vitjar Góðan morgun Føroyar

3. jan 11:13

Løgmaður talaði meiri sum ríkisovasti enn sum løgmaður

Løgmaður átti heldur at greitt frá poltikki landsstýrisins í nýggjársrøðuni fyri at sannføra fólkið enn at tala við yvirskipaðum útsagnum

3. jan 08:33

Óviljað er tíðindayrkið ein lívsstílur

Tíðindaverðin er eitt krevjandi starvsøki. Fjølmiðlarnir eygleiða og viðgera nátt sum dag samfelagslig og persónlig viðurskifti, og mangan brýtur í bæði borð.

2. jan 11:16

Bjargingarfeløgini hava ómetaligan týdning fyri tilbúgvingina

Nýggjur bjargingarbátur kemur til landið í ár. Hollendingar hava latið føroyingum nútímans samskiftisútgerð og samskiftisbil

2. jan 08:22

Máltátturin: Størst ella størstur

Hjalmar P. Petersen svarar spurninginum, um tað eitur "Hann er størst, ella størstur"

2. jan 07:59

Bók um internetvandar og foreldrasvík

Høvuðspersónurin er Anna; ein eitt sindur forfjónað genta, sum brúkar hon alla sína tíð á internetinum, har hon kjattar við Mikkjal. Trupulleikin er, at Mikkjal er ikki tann, hann sigur seg vera.

30. des 09:13

Eitt stórt blátt ljós broytti lívið

Johan Dalsgaard er nýggjársgestur í morgunsendingini Millum jólanna. Í samrøðuni hugleiðir hann um kærleika, giftarmál, at vera øðrvísi, og nógva annað. Johan bleiv edrúur, tá hann í kenslukreppu sá eitt stórt blátt ljós. Tað var byrjanin til annað lív.

29. des 10:12

Eitt lív eftir egnum treytum

Bent Bruun Hansen kom til Føroya úr Danmark fyri sløkum fimti árum síðan. Upprunaliga starvaðist hann í Mjørkadali, men seinni hevur hann til dømis verið grótlagari og hýruvognsførari. Bent er avbera erligur og lítið sjálvupptikin - og stuttligur.

29. des 09:50

FM í Poetry Slam

Fyrst verður eitt skriviskeið, har danmarksmeistarin í Poetry Slam leggur lag á. Síðani verður sjálv kappingin, har ein til dømis kann gera samfelagsligar viðmerkingar. Poetry Slam kann vera ein blandingur av Comedy og upplestri.

28. des 11:11

Størv til útisetar og lesandi

Einogtjúgu fyritøkur og stovnar ynskja at hitta lesandi føroyingar og útisetar til at umrøða framtíðar starv í Føroyum. Í morgin verður starvsstevnan Jobmatch í Havn. Samskiparin Katrin I. Jakobsen og fyrrverandi lesandi, Svend Højgaard, greiða frá.

28. des 11:03

Vinnuframi stuðlar kreativitetinum

Vinnuframagrunnurin hevur broytt navn til Vinnuframi. Við nýggjum samleika og búmerki æltar grunnurin, at størri partur av stuðulsveitingunum fara beinleiðis til íverksetararnar. Meira verður til kreativu vinnurnar, og granskingarlundin er ávegis..

27. des 14:55

Kærleiksbond eru lærdómur

Súsanna Vígdá svarar spurningum um parlagið. Hon sigur, at vit eiga at fara víðari í lívinum, tá ella um parlagið ikki hevur meira at geva einum á menningarleið.

27. des 14:54

Øll kunnu manipulerast

Terji Rasmussen greiðir frá einum pedagogiskum skeiði. Har lærdu tey atferðina hjá psykopatum og teirra hættir at manipulera fólk fyri egnan vinning. Terji sigur, at kennir ein tær meknismurnar, ber væl til at manipulera hvønn tað skal vera.

23. des 14:43

Á Dunga er alt hondgjørt

Hildur Hermansen greiðir frá ti arbeiði, sum verkstøð fyri menningartarnað hava framleitt. Talan er bæði um klæði, prýðislutir, keramikk, sápu, pungar, og mangt annað. Tey sýna fram á Dunga í Bringsnagøtu; húsini eru frá 1744.

23. des 12:57

Frelsunarherurin spælir livandi tónleik

Limir í Frelsunarherinum vitjaðu morgunsendingina, sum hesaferð varð send úr Bringsnagøtu í Havn

23. des 12:36

Fimm akslatrø blivu til 6.000 krónur

Í morgun var peningurin, sum kom inn í vekslaranum hjá GMF, handaður Í menniskjum góður tokki

23. des 12:36

Hugaligt at búgva í søguligum býarparti

Ein av teimum, sum búði í Pæsastovu, er Havnar Jákup. Hann yrkti m.a. sangin Góða mamma eg vil sova

23. des 12:27

Takið lokið av Havnará og gerið ætlan fyri Miðbýin

Tað er eydnast at varðveita gomlu Havnina - ikki sum savn - men sum ein livandi býling.

23. des 12:18

Bakaríið í Horni seldi breyð í Dandastovu í hálva øld

Keypti Dandastovu fyri 700 krónur fyri at selja bakaravørur, tí so fá búðu í Bøgøtu og vestan fyri hana

23. des 12:13

Tollakkur var íslendskur bispur

Hann var lærdur maður, hugsaði sosialt og Altingið tilnevndi hann halgimenni

22. des 11:45

Frels okkum frá okkum sjálvum

Tjóðarliga støða føroyinga er "millum skins og hold". Terji Rasmussen spyr, hví vit ikki fara fult og heilt undir Danmark, tá vit hvørki vilja hava fullveldi ella heimastýrislógina. Tá høvdu vit eisini havt persónligt frælsi.

22. des 10:46

Kirkjurenning verður jólaaftan

Sjeynda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy

22. des 09:43

Divaz live í studio 5

Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen, sum hvør í sínum lagi mangan hava staðið á palli sum solistar, hava, saman við góðum tónleikarum, funnið saman í bólkin Divaz

22. des 08:25

Trupult at døma áðrenn nakað lík er funnið

Ferðaliðið hjá donsku ríkispolitinum er í Føroyum fyri at hjálpa kriminalpolitinum at uppklára drápið á 42 ára gamla Dánjal Petur Hansen, sum kriminalpolitiið hevur skuldsett ein 32 ára gamlan mann av kroatiskum uppruna fyri at hava framt.

21. des 15:36

Úr Klaksvíkshandlinum heim á Fornagarðar

Summi vóru ikki fyri at lata upp Etablisement Klaksvig, men handil skapti lív og skjótt fekk bygdin navnið Klaksvík

20. des 12:38

Jóna sjónligari enn nakrantíð

Nýggi talgildi miðilin - Facebook, Youtube og bloggar - er framtíðar samfelagsligi kjakpallurin

20. des 10:03

- Gevið ikki djór í jólagávu

Tað er boðskapurin hjá Runa Nielsen, stjórnarlimi í Djóraverndarfelagnum

Senditíð

Hvønn gerandismorgun kl. 07:35 til 10:00

Myndakapping