Gekkatølini 10. mai 2013:
1. spæl: 90-45-19-88-59-39-3-89-49-61-85-21-8-86-6-84-54-80-1-82-15-83-7-20-11
2. spæl: 79-35-21-2-30-7-27-48-58-49-66-22-31-54-41-16-44-32-47-36-81
3. spæl: 29-85-66-72-46-35-8-53-80-10-4-59-16-84-74-11-87-13
4. spæl: 1-75-38-45-60-32-44-51-9-86-68-12-76-88-61-52-71-89-57-6-62-58-5-14-77-81-20-34-27-82-54-25-42-2-17-3-49-79-69
Gekkurin er nú 350.000 kr.
Í trimum teimum fyrstu spølunum vinna tey, sum fáa fult rað. Øll, sum fáa fult rað, vinna eina peningaupphædd. Tey, sum eru fyrst at ringja inn og sleppa ígjøgnum, sleppa at velja ein bókstav. Handan bókstavin eru nakrir vinningar at velja ímillum. Virðið á vinningunum handan bókstavirnar er annaðhvørt uml. 2000, 4000 ella 6000 krónur.
Í síðsta spælinum vinna tey, ið fáa fulla plátu. Her er sama galdandi, at øll, ið vinna, fáa eina peningaupphædd. Í síðsta spælinum er tó bert ein, ið sleppur ígjøgnum til sjónvarpsstovuna. Tann, ið sleppur ígjøgnum, skal draga gekkahjólinum, og hevur møguleika at vinna stórar upphæddir. Størsti vinningurin er gekkapuljan.
Størsta upphæddin, ið er vunnin fram til 2010, er kr. kr. 1.250.000,00.
Gekkurin er bingospælið í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Øll, sum hava keypt seðil/seðlar á sølustøðunum kring landið áðrenn klokkan 19.00 fríggjakvøld, hava møguleika at spæla við í Gekkinum. Hvør seðil kostar kr. 30,00.
Søgan
Gekkurin var fyrstu ferð á skránni í februar 1997, og hevur koyrt á meir ella minni sama hátt síðan. Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum, og tá vóru eisini tvær gekkapuljur.
Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knapparnar á telefonini. Samstundis bleiv avgerð tikin um minka gekkapuljarnar til eina størri heldur enn tvær minni.
Slag av sending: Undirhald
Málbólkur: Øll
Sendilongd: 40 min.
Vertir: Magnus Magnussen, Jan Gardar og Petrina Berg á Lag