Løgtingið vil strika navnloysi í dátuverndarlógini

Løgtingið vil strika navnloysi í dátuverndarlógini
Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við, at kravið um navnloysi, tá Dátueftirlitið kunnger sínar avgerðir, skal bara vera galdandi fyri einstaklingar
Dátueftirlitið fær skjótt størri heimildir.
 
18.04.2024 - 06:09

Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við, at kravið um navnloysi, tá Dátueftirlitið kunnger sínar avgerðir, skal bara vera galdandi fyri einstaklingar.

Løgmálaráðið hevur uppskot í tinginum um at broyta lógina um at verja persónsupplýsingar.

Dátueftirlitið gjørdi í fjør summar landsstýrismanninum og Løgmálaráðnum greitt, at kravið um navnloysi og orðingar, sum gera, at tann, sum avgerðin er um, ikki kann kennast aftur, gera, at Dátueftirlitið illa fær útint uppgávuna at almannakunngera avgerðir.

Nyttuvirðið er tí avmarkað. 

Dátueftirlitið noyðist at strika upplýsingar í avgerðini, sum hava havt týdning fyri niðurstøðuna. 

Hetta ger tað trupult hjá lesaranum at skilja, júst hvat tað er, sum er hent í einum máli. 

Í einstøkum førum hevur ikki borið til hjá Dátueftirlitinum at almannakunngera eina týðandi avgerð, tí ikki hevur verið møguligt at greiða frá málinum á nóg góðan hátt. 

Rættarnevndin er samd um at taka undir við uppskotinum og grundgevingunum hjá Løgmálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057