Dátueftirlitið: Sama fólk kann ikki vera bæði KT-leiðari og dátuverndarfólk

Dátueftirlitið: Sama fólk kann ikki vera bæði KT-leiðari og dátuverndarfólk
Dátueftirlitið hevur tí givið einum almennum stovni boð um at velja annað dátuverndarfólk
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.04.2024 - 09:24

Seinna hálvár í 2022 hevði Dátueftirlitið eftirlit við dátuverndarfólkunum hjá nógvum almennum stovnum. 

Ein teirra hevði tilnevnt KT-trygdarleiðaran á stovninum til dátuverndarfólk.

Og tað er ikki lógligt, segði Dátueftirlitið. Sama fólk kann ikki vera bæði KT-leiðari og dátuverndarfólk.

 

Annað dátuverndarfólk finnast

Tí gav Dátueftirlitið stovninum boð um at velja annað dátuverndarfólk.

Stovnurin bað Dátueftirlitið endurskoða hesa avgerðina.

Men Dátueftirlitið helt fast við sítt.

Stovnurin fekk freist til 1. apríl í ár at velja nýtt dátuverndarfólk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949