- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Robert McBirnie varð føddur 1. november í 1943 í Sørvági. Mamman var føroyingur og pápin enski hermaðurin, Robert Douglas McBirnie.
Eitt hálvt ár seinni fór pápin úr Føroyum og kom ongantíð aftur, og mamman og Robert fluttu til Vágs. Hon giftist Edmundi Petersen, ið gjørdist fosturpápi Robert.
Robert McBirnie sigur í ævisøguni, at hóast hann var krígsbarn, hevur hann onga søgu um happing og mismun at siga. Hann hevur havt eitt gott og langt lív.
Ein stóran part av lívinum hevur hann staðið á palli. Hann var við til at stovna Red Boys í 1959 og fór upp í Faroe Boys í 1963. Frá 1969 gjørdist hann eisini gitin undirhaldari.
Hann gjørdi manga undirhalds- og barnasending í útvarpinum, men mestu tíðina brúkti hann í skúlastovum, tí hann varð útbúgvin lærari.
Stóð tað til Robert sjálvan, gjørdist hann sjómaður, tí sjógvurin dró mest á ungum árum, men mamman vildi tað øðrvísi.
Uni Leitisstein Hansen og Ólavur Jakobsen ummæla bókina. Hon er sera væl skrivað, halda teir, og leggur nógv nýtt aftrat um lívið hjá Roberti McBirnie.
Nemandi er ikki minst søgan um, hvussu hann fór at leita eftir pápa sínum í 1977 og fann fleiri hálvsystkin.
Uni Arge leggur til rættis.