Súrligar nætur

Súrligar nætur: Ein vertur við boyla
14-05-2024
P10
"Braceface", nýtt norskt hit, Justin Bieber hevur kanska verið í Føroyum, eitt gamalt spæl, og kann mann alt tá ið mann er stakur?

Í dagsins parti minnast vit aftur á gamlar dagar, ikki bara tí, at ein vertur hevur fingið boyla, men tí, at vit spæla "Kiss, Marry, Kill", sum gjørdi nógv um seg, tá ið vit vóru tannáringar.

Av tí, at ein vertur, sum 23 ára gamal, hevur fingið boyla, so seta vit spurnartekin við, um hann hevði gjørt tað, um hann var single, tí kunnu tey í parløgum meir enn hini?

Vit mugu sjálvandi eisini tosa um tað villasta nakrantíð: Justin Bieber hevur (kanska) verið í Føroyum. Hetta hevur fingið føroyafólk at kóka, tí tey vilja bjóða honum Twix, um hann kemur aftur.

Okkara føroyski Justin Bieber, Karl Weihe, hevur útgivið eitt nýtt lag, sum vit fara at lurta eftir í sendingini.

Súrligar nætur

Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.  Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
"Braceface", nýtt norskt hit, Justin Bieber hevur kanska verið í Føroyum, eitt gamalt spæl, og kann mann alt tá ið mann er stakur?
14-05-2024
Børsen brennur, Notre Dame í Føroyum, Scientology, Sement og ítriv
30-04-2024
Jarðarferð, sorgardagur, Eyðun Nolsøe, festivalar duga at endurnýta og minningarorð
12-04-2024
Rúsdrekkakanning, virði hjá gentum og kend fólk sum gera býttar gerðir
25-03-2024
Føroyski luttakarin í Paradise Hotel er millum evnini, sum verða umrødd í hesum parti av Súrligum náttum.
13-03-2024
PISA, fyribyrging, ein hugtakandi blóðtøppur og "Am I The Asshole"
06-03-2024
Útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og í Danmark
11-02-2024
Útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og í Danmark.
28-01-2024
Útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og í Danmark.
18-12-2023
Útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og í Danmark
04-12-2023