- Tíðindi, mentan og ítróttur
The Beatles
Tømdir eru steypar allir (9:9)
29-08-2020
Níggjundi og seinasti partur í sendirøð um The Beatles
Seinastu plátuútgávurnar hjá The Beatles, White Album, Let it be og Abbey Road, verða umrøddar í hesari seinastu sendingini í røðini.
Tónlistakønir royna at greina serliga sanggávusmíðið hjá Lennon & McCartney. Nortið verður eisini við aðrar tilburðir, sum beatleslimunum vóru fyri árini 1968, 69 og 70.
Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Bjarni Restorff, Jóhannus á Rógvi Joensen, Sunleif Rasmussen, Óli Poulsen, Stanley Samuelsen, Jørgin Dahl, Edvard Nyholm Debes, Martin Mouritsen, Martin Joensen, Hanus Andreassen, Rói Patursson og Heri Kragesteen greiða frá. Eisini hoyra vit sangarar í Tórshavnar Manskóri.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 2. juni 2000.
The Beatles
Sendirøð í níggju pørtum um The Beatles. Suni Merkistein legði til rættis, og Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Røðin var framleidd og send í 2000.
Heimsvíðfevnda frambrotið hjá The Beatles kom í 1964. Hetta árið tóku teir land í USA og tiltikni Beatlemania-fepurin kyknaði upp
25-07-2020
Vend kemur í hjá The Beatles, tá handilsmaðurin Brian Epstein í 1961 býður seg til at gerast managari hjá teimum
18-07-2020
Í øðrum parti í sendirøðini um The Beatles verður sagt frá harðvunnu royndunum at seta skorður undir tann alfagnaða tónleikabólkin The Beatles
11-07-2020