Elians Sonur

Katrin býr á strondini (3:5)
07-05-2024
Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild.

Triði partur av Elians Syni ber heitið, Katrin býr á strondini. Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild.

"Hvussu var tað, Poul F segði, tá ið hann ikki vildi hava eitt demokratiskt samfelag, og hann varð spurdur, hvussu hann so vildi, at eitt land skuldi stýrast? Ja, tað mátti so verða av okkum, sum frægastir vóru!"

Elians Sonur

Elians Sonur er útvarpsrøð í fimm pørtum. Ragnar Winther Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Samrøðurnar eru tiknar upp í Sørvági í januar 2024. Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt sendingarnar til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð.
Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnars Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið, kvalifiseraðar meiningar.
10-05-2024
Evnisliga bendir samrøðan við Ragnar Eliansson móti transenderandi ósamanhangi. Ragnar tosar um kríggj, krúnukrím og politikarar.
07-05-2024
Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild.
07-05-2024
Verðin er bara samansett av fólkum, ið ikki hava gjørt av við seg. Íðan, hví loypa vit so ikki bara útav?
07-05-2024
Fimta og seinasta part við Ragnari Elianssyni eru vit á bilverkstaðnum, Carro, oman fyri Sørvág. Brennimotorar og Rikard Long sameinast til ævigt gonguverk av vísdómi.
07-05-2024