Agnar Joensen: Orkan gekk undan

Agnar Joensen: Orkan gekk undan
Kollfirðingar geva ikki upp, segði H71-venjarin, Djóni Gaard Joensen, meðan venjarin hjá KÍF, Agnar Joensen helt, at orkan gekk undan í longdu leiktíðini
29.04.2024 - 15:14

Kollfirðingar geva ikki upp, staðfesti H71-venjarin Djóni Gaard Joensen eftir dramatiska sigurin á KÍF í 3. FM-finaluni leygardagin.

Hóast teir fingu bæði snuddir og reytt kort, hingu kollfirðingar í heimaliðnum ígjøgnum ein sera spennandi dyst, og tað eydnaðist eisini at javna og spæla seg til longda leiktíð.

So var orkan heldur ikki til meira, helt KÍF-venjarin, Agnar Joensen.

 - Vit eru eldrasambýlið, og vit eru noyddir at taka ferðina úr ímóti frítíðarstovuni í Hoyvík, tók hann skemtiliga til.

H71 er nú á odda við tveimum finalusigrum ímóti einum, og vinna hoyvíkingar í Kollfirði mikukvøldið, endurvinna teir eisini føroyameistaraheitið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958