Útbúgving ávirkar livialdurin

Útbúgving ávirkar livialdurin
Útbúgving og miðal livialdur í Føroyum eru týðiliga tengd hvør at øðrum
26.03.2024 - 19:25

Í Danmark og Noregi vísa hagtøl, at fólk við høgari inntøku liva í miðal longri enn tey við lágari inntøku. Í Føroyum er ikki neyðturviliga inntøka, men serliga útbúgving ella manglandi útbúgving, sum hevur ávirkan á, hvussu leingi ella stutt fólk liva í miðal.  

At góð heilsustøða hongur saman við hægri miðallivialdur er ikki torført at skilja, men á hvønn hátt er heilsustøðan tengd at, hvørji lívsstøðu eitt menniskja er í.

Hagtøl bæði í Danmark og Noregi vísa, at fólk við hægri inntøku liva í miðal longri, enn tey við lágari inntøku.

Í Føroyum er støðan ikki so einføld. Her vísir gransking eina meira samansetta mynd, tí her er tað meiri útbúgvingarstøðið hjá tí einstaka, sum hevur ávirkan á miðal livialdurin.

Hóast rættiliga stórur munur kann vera millum tær hægstu og tær lægstu inntøkurnar í Føroyum, so hava vit sum heild eitt rættiliga javnt samfelag í mun til flestu onnur samfeløg, heldur Magni Mohr, professari í arbeiðs og ítróttarfysiologi á Setrinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860