Teir ungu vístu seg fram

Teir ungu vístu seg fram
Millum annað Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen stóðu seg væl ímóti Danmark, helt málverjin, Mattias Lamhauge, sum sjálvur stóð ein góðan dyst í føroyska málinum
26.03.2024 - 22:00

Yngru kreftirnar á landsliðnum stóðu seg væl í 2-0 tapinum fyri Danmark, helt føroyski málverjin, Mattias Lamhauge.

Hann stóð sjálvur ein góðan dyst í føroyska málinum, og var yvirhøvur væl nøgdur við føroysku verjuna, har millum annað Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen spældu væl.

 - Nú hava vit onkrar, sum eru úti við skaða, og so traðkar eitt yngri ættarlið inn í staðin fyri, og eg haldi ikki, at tað var nakað at seta fingurin á ordiliga, so tað var stuttligt og góðkent.

 

Væntaði eitt innlegg

Einasta spurnartekn, sum kundi setast við avrikið hjá aftasta skansanum, var viðvíkjandi hansara leikluti í seinna málinum hjá Danmark.

Christian Eriksen slapp ígjøgnum í høgru, og av baklinjuni lyfti hann bóltin uppum málverjan, sum hevði flutt seg eitt fet út frá stongini, og tí ikki rakk bóltinum, sum Mohamed Daramy setti í netið úr stuttari frástøðu.

 - Eg taki eitt fet til høgru fyri at forða fyri innlegginum, men so lyftir hann bara bóltin genialt inn um, segði Mattias Lamhauge, sum í løtuni má roknast sum fyrsti málverji frammanfyri Teit Matras Gestsson og Bárð á Reynatrøð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949