Ísland: Fimm menn og seks kvinnur stilla upp til forsetavalið

Ísland: Fimm menn og seks kvinnur stilla upp til forsetavalið
Valnevndin kunngjørdi endaliga úrslitið á middegi, og hon góðkendi ikki uppstillingina hjá tveimum monnum
Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri, er millum teirra, sum stilla upp til forsetavalið í Íslandi 1. juni.
 
29.04.2024 - 15:17

Nú eru 11, sum stilla upp til forsetavalið í Íslandi tann 1. juni, fimm menn og seks kvinnur.

Valnevndin kunngjørdi endaliga úrslitið á middegi, og hon góðkendi ikki uppstillingina hjá tveimum monnum.

Annar hevði bara níggju stillarar, og hin kom við talgildari uppstilling, sum ikki er loyvd, og hevði heldur ikki nóg nógvar stillarar.

Hetta er níggjunda forsetavalið Íslandi, og ongantíð eru so nógv uppstillað sum í ár.

Tey vóru níggju í 2016 og seks í 2012.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Komið øll við 2:2
175213
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069