- Tíðindi, mentan og ítróttur
349 rithøvundar fingu bókasavnsgjald í fjør
349 rithøvundar og 33 makar fingu bókasavnsgjald fyri 2023.
Bókasavnsgjald er ein samsýning, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur teirra tøkar á føroysku bókasøvnunum
Høvundar eru rithøvundar, tónaskald, týðarar, myndlistafólk og fotografar, sum búgva í Føroyum ella uttanlands.
Bókasavnsgjaldið er ein millión og 543.000 krónur. Gjaldið fyri upprunaverk var í fjør 20,84 kr. fyri bókina.
Minst 17 síður
Treytin er, at fleiri enn 50 bøkur eru tøkar til alment útlán. Bókin skal minst vera 17 síður.
Um tríggir ella fleiri høvundar eru knýttir at sama verki, verður einki gjald latið.
Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald.
Tá eftirlivandi hjúnafelagi doyr, fáa avvarðandi tað síðsta gjaldið.