- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2024: "Gówa hevði uppiborið at vinna Sement"
Sement finalan var í gjárkvøldið, og tað gjørdist progressivi fusiónsbólkur Gówa, við Onnu Sofíu Skoradal á odda, sum fór við fyrstaplássinum.
“Dómararnir hildu als ikki, at tað var trupult at velja vinnararnar,” staðfesti Sement-verturin, Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, tá hon seint leygarkvøldið skuldi kunngera vinnararnar av Sement 2024.
Dómararnir hildu, at Gówa var "ein samlaður pakki" og tískil hevði uppiborið fyrsta plássi. Við sigrinum fylgir tíð í upptøkuhøli.
Á øðrum plássi kom Ragnar Finsson. Tað var eisini Ragnar, sum fór avstað við vinninginum frá G! festivalinum - og tí fær eitt pláss á G! plakatini í summar.
Mynd: Tórsgøta á FB / Aura myndir
Ása Helena Brynjardóttir bleiv nummar trý. Hon vann, heldur óvæntað, plássið á skránni til Spot festivalin í Aarhus um eina viku.
Mynd: Tórsgøta á FB / Aura myndir
Hoyr innslag um Sement finaluna her:
Hini, ið høvdu spælt seg í finaluna, vóru Ókendir, Jákup Eli og Ester Skála.