Russiskir journalistar varðhaldsfongslaðir fyri at stuðla Aleksej Navalny

Russiskir journalistar varðhaldsfongslaðir fyri at stuðla Aleksej Navalny
Tveir russiskir journalistar kunnu fáa fongsulsdóm uppá millum tvey og seks ár fyri "luttøku í einum víðgongdum felagsskapi"
 
28.04.2024 - 12:55

Tveir russiskir journalistar eru varðhaldsfongslaðir og ákærdir fyri at hava gjørt tilfar til eina YouTube-rás, sum verður rikin av stuðlum hjá deyða andstøðinginum Aleksej Navalny.

The Guardian skrivar, at journalistarnir Konstantin Gabov og Sergej Karelin í gjár vóru framstillaðir í rættinum í ávikavist Moskva og Murmansk, og at teir nú kunnu fáa ein fongsulsdóm uppá millum tvey og seks ár fyri "luttøku í einum víðgongdum felagsskapi." Rættarmálið móti teimum byrjar um nakrar mánaðir.

Gabov hevur fyrr arbeitt fyri eitt nú Reuters, og Karelin hevur arbeitt fyri Associated Press og var eisini kameramaður hjá Deutsche Welle fram til 2022, tá myndugleikarnir tveittu Deutsche Welle út úr Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216