Motorsúkkluóhapp við undirsjóvartunnilsmunnin á Vágalandinum

Motorsúkkluóhapp við undirsjóvartunnilsmunnin á Vágalandinum
Klokkan hálvgumseks týskvøldið fór ein maður á motorsúkklu oman av vegnum við undirsjóvartunnilsmunnan á Vágalandinum.
 
24.04.2024 - 09:52

Klokkan hálvgumseks í gjárkvøldið fór ein maður á motorsúkklu oman av vegnum við undirsjóvartunnilsmunnan á Vágalandinum. Hann var einsamallur á súkkluni.

Maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið. Politiið veit ikki, hvør støða hansara er, ella um hann fekk skaða.

Mikudagin í síðstu viku datt ein motorsúkkla á vegnum oman fyri Hov. Ein seyður kom út á vegin fyri súkkluna.

Motorsúkkluførarin hevði bæði hjálm og ryggverju. Motorsúkklan rakti ikki seyðin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958