Lendisgøta uppkallast eftir Eliasi

Lendisgøta uppkallast eftir Eliasi
Tórshavnar býráð vil, at gøtan millum Klingruna og nýggju stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík skal eita “Skipagøta”
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2024 - 10:09

Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum fyrr í ár var kosin heimsins besti ungi hondbóltsspælari, fær nú gøtu navngivna eftir sær.

Tórshavnar býráð vil, at gøtan millum Klingruna og nýggju stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík skal eita “Skipagøta”. Málið kemur fyri á býráðsfundinum í kvøld.

Kommunan sigur, at stórhøllin við Tjarnir liggur nakað langt burtur frá bygda umhvørvinum, og tí er stig tikið til at gera eina gøtu frá Klingruni og niðan gjøgnum vátlendi, framvið Stórutjørn, heilt niðan til stórhøllina. Og tað er hendan gøtan, sum skal eita Skipagøta eftir Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.

Býráðið grundgevur avgerðina við, at Elias hevur saman við sínum liðfeløgum, Hondbóltssambandinum og hondbóltsfamilju sínari veruliga sett hondbóltin í Føroyum á breddan og Tórshavnar kommuna vil staðfesta og heiðra hansara persónligu góðu og merkisverdu avrik.

Í sambandi við ætlanina, hevur umsitingin vent sær til Sprotan fyri at vita, um "Skipagøta" er brúkt til annað staðarnavn ella gøtunavn. Sprotin hevur upplýst fyri kommununi, at tað er tað ikki.

Stórhøllin við Tjarnir verður eftir ætlan liðug um ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216