Navnframur tvøramaður farin um sýn

Navnframur tvøramaður farin um sýn
Jens Thorolf Nolsøe Dam er upprunin til TB-sangin, Heimlongsul til Tvøroyrar og Oyggjaland í sól
 
23.04.2024 - 14:53

- Tað frættist, at mjølormar vóru funnir í onkrum handli á Tvøroyri. Eg setti mær fyri at royna at yrkja um tað, segði Thorolf Dam í jóansøkusending í 2011.

Tað eydnaðist so væl, at hann fekk hug at yrkja meir. 

Hetta munnu fleiri fegnast um, tí eftir hann liggja fleiri sangir, ið fólk hava tikið til sín.

Thorolf Dam flutti til Danmarkar í 1961. Hann fekk konu og børn og bleiv búgvandi har.

Tvøramaðurin gloymdi tó ikki heimbýin. Tað kemur greitt til sjóndar í sanginum, Heimlongsul til Tvøroyrar.

Hann er bygdur á írsku vísuna, Isle of Innisfree, sum írski sangskrivarin, løgreglumaðurin og skaldið, Dick Farrelly skrivaði á eini bussferð í Írlandi í 1950.

Við hesum lagnum gjørdi Thorolf Dam klassikaran, Heimlongsul til Tvøroyrar, ið hevur rungað í mangari veitslu.

Eitt fótbóltslið sum TB telist eisini millum teir, ið Thorolf hevur yrkt.

Hann var til á minniligari fótbóltsferð í Hetlandi.

Eisini telist Oyggjaland í sól millum teir kendu, ið Thorolf hevur latið frá sær.

Bygdur á Island in the Sun, sum Harry Belafonte og Irving Burgie skrivaðu í 1957.

Jens Thorolf Nolsøe Dam, búsitandi í Liseleje, ættaður undir Heygnum á Tvøroyri, andaðist 15. apríl 2024, 95 ára gamal.

1668632
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216