Landsstýrismaðurin: Ein tvílæraraskipan í fólkaskúlanum er á veg

Landsstýrismaðurin: Ein tvílæraraskipan í fólkaskúlanum er á veg
Tvílæraraskipanin verður í flokkum, sum hava fleiri enn 12 næmingar, sigur Djóni Noløse Joensen, landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.04.2024 - 11:13

Tá Føroya lærarafelag hevði aðalfund, kunngjørdi Djóni Nolsøe Joense, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, at ein tvílæraraskipan í fólkaskúlanum er á veg.

Hann segði, at hann vil í minsta lagi víðka tvílæraraskipanina upp til sætta flokk.

Tvílæraraskipanin verður í flokkum, sum hava fleiri enn 12 næmingar, segði landsstýrismaðurin.

Djóni Nolsøe Joensen segði seg eisini vilja styrkja tvílæraraskipanina við at menna samlæring. 

 

Samlæring verður stuðlað

Ein verkætlan um samlæring verður stuðlað komandi skúlaár.

Ein skúli verður royndarskúli.

Lærarar skulu saman leggja til rættis undirvísingina, útinna og eftirmeta hana.

Skúlaárið 2026-2027 koma styttri skúladagar, endurskoðað tímabýti og lærugreinabýti og tvílæraraskipan og flokslæraraskipan vera raðfestar, segði Djóni Nolsøe Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216