Børsurin logar framvegis

Børsurin logar framvegis
Tilbúgvingin pakkaði annars saman mánakvøldið, og eftir ætlan skuldi kanningararbeiðið byrja í morgun. Men tilbúgvingin mátti skjótt aftur á staðið
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
23.04.2024 - 08:17

Tað eru framvegis glóðir at síggja í Børsinum.

Tilbúgvingin pakkaði annars saman í gjárkvøldið, og eftir ætlan skuldi kanningararbeiðið byrja í morgun. Men tilbúgvingin mátti skjótt aftur á staðið, tí tað var byrjað at gløða í træbjálkum, m.a. í einum træbjálka, sum førir yvir í tann partin av Børsinum, sum enn stendur óskalaður. 

Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað siga danskir miðlar í morgun. 

Tað var týsdagin fyri einari viku síðan, at eldur kyknaði í Børsinum í Keypmannahavn. 

Annar parturin av søguliga bygninginum er farin upp í royk, ímeðan hin parturin er óskalaður. 

Ikki er greitt enn, hví eldur kom í. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Komið øll við 2:2
175213
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069