Sinnisbati: Vit eiga at megna at lofta fleiri sjálarsjúkum børnum og ungum

Sinnisbati: Vit eiga at megna at lofta fleiri sjálarsjúkum børnum og ungum
Sálarsjúk børn detta niður ímillum, tí vit ikki hava nóg góðar tvørfakligar mannagongdir í almennu skipanini, heldur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata
Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.04.2024 - 12:56

Vit hava tørv betri mannagongdum, ið kunnu hjálpa børnum og ungum, sum eru sálarsjúk.

Tað heldur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

"Betri samstarv millum ymisku geirarnar fer at hava við sær, at vit kunnu lofta fleiri í Føroyum, heldur enn at senda tey til Danmarkar at fáa viðgerð." 

Tað er ikki bara psykiatriin ella specialpedagar hjá Alamnaverkinum, sum skulu viðgera, tað má vera tvørfakligt. 

 

Kostar 26 mió. kr. 

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, vísir á, at í Ísland hava tvørfaklig samstørv givið góð úrslit. 

"Tí vit eiga at megna at lofta fleiri, enn vit gera nú," heldur forkvinnan í Sinnisbata. 

Tá tað er sagt, so ásannar Súsanna Olsen, at tað í summum førum er neyðugt, at børn og ung fara til Danmarkar at fáa viðgerð. 

Tað kostar í løtuni Almannaverkinum 26 milliónir krónur at hava átta børn og ung á viðgerðarstovni í Danmark, tí tey hava sosialar og sálarligar avbjóðingar.

 

Susanna_Olsen_Sinnisbati_22042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860