Elias og Kiel spentu bein fyri meistaradreymunum hjá Hákuni og Füchse

Elias og Kiel spentu bein fyri meistaradreymunum hjá Hákuni og Füchse
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt trý mál, tá Kiel fekk javnleik og spenti bein fyri meistaradreymunum hjá Füchse Berlin og Hákuni West av Teigum, sum ikki fekk spælitíð
Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk trý mál, eitt stig og skaða ímóti Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin
 
21.04.2024 - 14:47

Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt trý mál, tá THW Kiel við javnleiki ímóti Füchse Berlin spenti bein fyri meistaradreymunum hjá Hákuni West av Teigum og teimum í høvuðsstaðnum.

Füchse Berlin streyk avstað frá byrjan við fimm málum á rað, áðrenn Kiel spældi seg inn aftur í dystin. Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt mál til 11-10 og 14-14, og tað var javnt 18-18 í steðginum.

 

Út við skaða

Føroyski bakspælarin skeyt eitt mál afturat í seinna hálvleiki, áðrenn hann fór av vøllinum við skaða. Ikki er greitt, júst hvat bagdi, men ein skaði kemur illa við hjá føroyinginum, sum eftir ætlan skal stýra álopsspælinum hjá landsliðnum, tá playoff-dystirnir ímóti Norðurmakedónia til HM-endaspælið eru á skránni 8. og 12. mai. Áðrenn tað eru Champions League-fjórðingsfinalurnar ímóti Montpellier á skránni.

 

Kiel javnaði í síðsta minutti

Füchse Berlin, sum hevði Hákun West av Teigum á beinkinum allan dystin, fór framum aftur, men Eric Johansson javnaði fyri Kiel í síðsta minutti, og Berlin-revarnir megnaðu ikki at svara aftur.

Magdeburg, sum vann á Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg fríggjadagin, er á 1. plássi við 50 stigum fyri 28 dystir. Füchse Berlin hevur eisini 50 stig, men Hákun West av Teigum og teir hava spælt 29 dystir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216