Tjóðleikhúsið verður ikki bygt á Eystaru bryggju

Tjóðleikhúsið verður ikki bygt á Eystaru bryggju
Havnarmeistarin í Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen, metir ikki, at pláss er fyri tjóðleikhúsinum á havnarøkinum, tí tað fer at gera umstøðurnar hjá Tórshavnar havn verri
Tjóðleikhúsið skuldi eftir ætlan liggja á Eystaru bryggju
 
16.04.2024 - 16:06

Ætlanin at byggja tjóðleikhús á Eystaru bryggju í Havn verður møguliga av ongum. 

Havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur í morgun samtykt ikki at gera leigusáttmála um tjóðleikahús á havnarøkinum. 

Tað skrivar in.fo

 

Havnarmeistarin sigur nei

Tað eftir tilmæli frá havnarmeistaranum, at nevndin sýtir fyri at gera leigusáttmála. 

Við in.fo sigur Hanus Mikkelsen, havnarmeistari, at hann ikki metir, at pláss er fyri tjóðleikhúsinum á havnarøkinum, tí tað fer at gera arbeiðsumstøðurnar hjá Tórshavnar havn verri. 

Avgerðin er tó ikki endalig, tí býráðið skal viðgera tilmælið frá havnarnevndini.  

Í Havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu sita Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson fyri Javnaðarflokkin, Anfinn Brekkstein fyri Sambandsflokkin, Birgir Nielsen fyri Fólkaflokkin og Turið Horn fyri Tjóðveldi. 

 

Skuldi kosta 280 mió. kr.

Tað var annars 9. september í 2022, at tað bleiv kunngjørt, at Map Arkitektar høvdu vunnið kappingina um Tjóðleikhúsið. 

Í grundgevingini skrivaði dómsnevndin, at:

"Húsið trínur fram sum ein nýggj heild, sum við sínari organisku grundarflatmynd hóskar væl saman við Skansanum og við sínari snotiligu terassubygging bæði savnar bygningsins partar til eina heild og ger heildarmyndina áhugaverda og lætta í samanhanginum. Húsið er samstundis sermerkt, glæsiligt og eyðmjúkt. Ein sera týdningarmikil og innbygdur partur av húsinum er sloyfan: ein gøta snýr sær eina ferð rundan um tann næstan runda bygningin og palltornið og rennur longur eftir Havnargøtu til Skansan og ger soleiðis ein nýggjan, sjálvsagdan spákingartúr í hesum parti av Havnini og letur havnarøkið upp við tess sambandi við havið og sjónarringin."

MAP Arkitektar mettu í 2022, at nýggja tjóðleikhúsið fór at kosta umleið 280 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860