Bíbliuháskúli verður av ongum

Bíbliuháskúli verður av ongum
Háskúlin í Nesvík verður av ongum.
 
16.04.2024 - 10:47

Tað verður ikki á hesum sinni, at Nesvík verður heimstaður fyri einum bíbliuháskúla. 

Kirkjuliga Heimamissión hevur avgjørt, at sleppa ætlanini at byrja nýggjan háskúla, tí alt ov fáar umsóknir vóru til skúlan. 

- Tað er at harmast um, at okkara ungu ikki síggja tørvin á einum bíbliuskúlaskeiði, sum gevur fordjúpan í Guds orði, bøn og gevur ein góðan felagsskap, sigur Heri Kjærbo, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, við Trúboðan.

Sambært Trúboðanum er hetta aðru ferð, at roynt hevur verið at byrja háskúlan, men leiðslan hevur nú staðfest, at undirtøkan ikki er fyri honum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297