Vunnu á Svangaskarði: 07 Vestur blandar seg í oddinum

Vunnu á Svangaskarði: 07 Vestur blandar seg í oddinum
B68 kom á odda, men 07 Vestur svaraði aftur og vann síðsta dystin í 5. umfari í Betrideildini við monnum. Vágamenn eru nú á 4. plássi við 10 stigum
07 Vestur hevur fingið eina góða byrjan upp á landskappingina
Mynd: Savnsmynd  
 
15.04.2024 - 20:52

Við málum frá Emil Pedersen og Filip Brattbakk tryggjaði 07 Vestur sær 2-1 sigur og trý stig ímóti B68 á Svangaskarði mánakvøldið.

B68 legði seg annars framum við máli frá Sebastian Lau Nielsen, tá 21 minuttir vóru spældir, men ber ein minutt seinni javnaði Emil Pedersen.

Tá ein lítil tími var spældur, skoraði Filip Brattbakk sigursmálið. Vongurin royndi seg við skoti ímóti málinum, og Tórður Thomsen í B68-málinum megnaði ikki at halda bóltinum, sum endaði í málinum.

Heimaliðið hevði fleiri møguleikar, men megnaði ikki at svara aftur, og so fóru øll stigini vestur á Dungasand.

Við sigrinum kom 07 Vestur upp á 10 stig, sum gevur eitt 4. pláss, meðan B68 er næstniðast við einum stigi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860