Politiið sóknast eftir vitnum í sambandi við tvey harðskapsmál

Politiið sóknast eftir vitnum í sambandi við tvey harðskapsmál
Tveir menn blivu varðhaldsfongslaðir leygardagin - annar í níggju dagar og hin í fýra vikur - við tilknýti til harðskapsmál í Sverrisgøtu í Havn leygarmorgunin
 
15.04.2024 - 08:09

Politiið vil fegið frætta frá vitnum í sambandi við tvey harðskapsmál.

Annað var í Havn millum klokkan hálvgum fimm og trý korter til fimm leygarmorgunin.

Tað var í Sverrisgøtu við Sentrum pizzaria.

 

Skuldsetingar og varðhaldsfongslingar 

Ein maður er skuldsettur fyri grovan harðskap.

Tveir menn blivu varðhaldsfongslaðir leygardagin, annar í níggju dagar og hin í fýra vikur.

Ein maður aftrat er skuldsettur, og møguliga verður ein skuldseting aftrat.

 

Harðskapur og hóttan í Klaksvík

Hin tilbuðurin var við Molly's í Klaksvík sunnumorgun millum klokkan fýra og hálvgum fimm.

Politiið sigur seg vita, hvør skal hava framt harðskapin, men eingin er tikin enn.

Í hesum málinum er eisini talan um hóttan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958