Ósemjan loyst: Helgi Dam Ziska er aftur á talvlandsliðnum

Ósemjan loyst: Helgi Dam Ziska er aftur á talvlandsliðnum
Ósemjan, sum fekk okkara besta telvara at taka seg av landsliðnum í fjør heyst, er greidd í sátt og semju millum partarnar
Helgi Dam Ziska er aftur á føroyska talvlandsliðnum eftir ósemju
Mynd: Talvsamband Føroya  
 
15.04.2024 - 10:29

Helgi Dam Ziska er aftur á føroyska talvlandsliðnum.

Talvsambandið hevur kunngjørt, hvørjir skulu telva fyri Føroyar á á talvolympiaduni í Ungarn í heyst, og føroyski stórmeistarin er í hópinum.

Ósemjan, sum fekk okkara besta telvara at taka seg av landsliðnum í fjør heyst, tá Føroyar luttóku í kappingini fyri smátjóðir í Evropa umframt í stóru EM-stevnuni, er nú greidd í sátt og semju millum partarnar, skrivar Talvsambandið.

Føroyska landsliðið verður annars júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022. Umframt Helga Dam Ziska eru Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard í landsliðshópinum.

Talvolympiadan verður í Budapest í døgunum frá 10. september til 23. september.

Limalondini í altjóða talvsambandinum eru nú 203 í alt. Eftir nýggjasta styrkilistanum, ið kunngjørdur var 1. apríl, standa Føroyar nummar 76 í røðini av heimsins 203 talvtjóðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958