Norðmenn fáa meira fyri makrelin enn føroyingar

Norðmenn fáa meira fyri makrelin enn føroyingar
"Vantandi atgongd til markelfiskiskap í bretskum øki - saman við vantandi marknaðaratgongd - ger, at føroyingar fáa verri prís", sigur Unn Laksá, sum er stjóri í Sjókovanum
Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum
Mynd: savnsmynd  
 
15.04.2024 - 12:15

Norðmenn fáa nógv meira fyri makrelin enn føroyingar fáa. 

Hetta kom fram, tá Sjókovin legði árligu frágreiðing sína um fiskivinnuna fram. 

Sjókovin er ein privatur granskingargrunnur, sum hevur sum endamál at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskari fiski- og alivinnu. Tað vóru feløgini Hiddenfjord, Framherji, Varðin, Christian í Grótinum og Syntesa, ið stovnaðu Sjókovan. 

Í 2023 fekk Noreg í miðal tríggjar krónur meira fyri hvørt kilo av makreli, og hesin munurin er øktur seinastu árini.

Millum annað tað kom fram í morgun, tá Sjókovin legði árligu frágreiðing sína um fiskivinnuna fram. 

"Orsøkin er vantandi atgongd til markelfiskiskap í bretskum øki, umframt vantandi marknaðaratgongd," sigur Unn Laksá, sum er stjóri í Sjókovanum

Unn_Laksa_Sjokovin_150142024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949