Frystilínuskipið "Mars" komið til Føroya

Frystilínuskipið "Mars" komið til Føroya
Nýggja frystilínuskipaið Mars, sum vágamenn hava keypt, kom til landið í gjár
 
15.04.2024 - 15:00

Tað var seinnapartin í gjár, at frystilínuskipið "Mars" kom á Havnina, har skipið skal gera ymiskt arbeiði áðrenn tað skal í vinnu.

Fiskur.fo skrivar, at eitt nú skal tjúkkari lína umborð, nýggjur krani setast á dekkið, og frystaríiið skal dagførast. 

Arbeiðið fer væntandi at  taka umleið tríggjar til fýra vikur.

 

Bygt í 1988

Nýggja skipið skal fiska undir Føroyum, í altjóða sjógvi og um tað verður møguligt, so vóna reiðaríið eisini at sleppa á Flemish Kap við skipinum.

Mars er bygt í 1988 á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen og hevur havt nøvnini Loran, Gandi, Stapin, Tromsø, Polar Ummannaq og Ummannaq.

Skipið skal millum annað avloysa Havbúgvan, sum er elsta línuskipið í føroyska flotanum, og bygt í Noregi í 1959, og sostatt er 65 ára gamalt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Komið øll við 2:2
175213
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069