684 akfør eru í vanda fyri at missa pláturnar

684 akfør eru í vanda fyri at missa pláturnar
684 mál eru um vegskattaeftirstøður, og tí kunnu eins nógvir bilar missa pláturnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.04.2024 - 18:08

Akstovan hevur latið løgregluni 684 mál um vegskattaeftirstøður. 

Orsøkin er, at eigararnir ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2024. 

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av teimum akfarinum.

Sostatt eru 684 akfør í vanda fyri at missa nummarspjøldrini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958