Iran lønar Ísrael aftur við dronuálopi

Iran lønar Ísrael aftur við dronuálopi
Støðan í Miðeystri er væl spentari, nú Iran hevur lopið á Ísrael við dronum afturfyri ísraelska álopið á iranska konsulátið í Damaskus, skriva altjóða miðlar
 
14.04.2024 - 00:03

Luftaávaringarlúrar hava ljóma yvir Jerusalem og í fleiri øðrum støðum í Ísrael í kvøld og nátt, nú tað frættist, at Iran er lopið á Ísrael við dronum og rakettum.

Hetta skriva altjóða miðlar. 

 

Aftursvar fyri Damaskus

Tað verður hildið, at Iran við álopinum lønar Ísrael aftur fyri at Ísrael fyrr í mánaðinum leyp á iranskan konsulátið í sýrkiska høvuðsstaðnum Damaskus. Sjey høgir iranskir embæstismenn lótu lív í tí álopinum. Tað skrivar CNN, sambært Danmark Radio. 

Umboðið hjá Iran í ST-missiónini skal sambært CNN hava váttað hetta. Iranskar keldur í ST-missiónini hava eisini sagt, at hetta var eitt aftursvar, og at iranar nú meta tvídráttin avgreiddan, um Ísrael ikki svarar aftur. 

Ísraelski herurin lovar at verja sínar borgarar við øllum sínum mátti. 

 

 

Serførðingar eru rættiliga vísir í, at Ísrael fer at svara aftur.

Men uttan mun til, hvat hendir, so vænta øll, at støðan í Miðeystri er grundleggjandi broytt, tá tað lýsir fyri degi í morginári. Hetta er fyrstu ferð, at Iran er lopið á Ísrael beinleiðis av iranskari jørð. 

 

Hizbollah luttekur eisini í álopinum

Iranskt stuðlaði yvirgangsfelagsskapurin Hizbollah, sum fyrst og fremst heldur til á Vestara áarbakka, hevur boðað frá, at teir eisini taka lut í álopinum á Ísrael við rakettum, sum verða sendar úr Jemen ímóti Golanheyggjunum. Hetta skrivar DR.dk. 

 

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fordømir iranska álopið, sambært danska TV2.

"Danmark fordømir iranska álopið á Ísrael. Eg mæli øllum til at sissa seg og at lata vera við at økja spenningin í frammanundan spentu støðuni. Tað kann á ongan hátt góðtakast, at Iran ger støðuna í Miðeystri meira óstøðuga enn hon í frammanundan er. Danmark vil framhaldandi arbeiða fyri at fáa støðuna í Miðeystri í eina javnvøgu saman við okkara sameindu."

 

USA stuðlar Ísrael

Amerikanski forsetin, Joe Biden, boðar í kvøld frá, at USA stuðlar Ísrael av fullum hjarta eftir iranska álopið. 

Hetta boðar Joe Biden frá á sosiala miðlinum X, sum flest fólk kenna sum Twitter. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Norðurljóð 29.apríl 2024
174355
Mánadag 29. apríl
Fer ein nýggjur venjari at bjarga KÍ
174334
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178