Sement fer av bakkastokki í kvøld, og BIIT sendir beinleiðis frá tiltakinum

Sement fer av bakkastokki í kvøld, og BIIT sendir beinleiðis frá tiltakinum
Fimm tónleikanøvn eru við av fyrsta undanumfari av Sement 2024, sum verður í Reinsarínum í Havn í kvøld. Biit-ungdómstoymi sendir frá tiltakinum í sjónvarpinum
 
13.04.2024 - 15:24

"Sement 2024 verður ein tónleikabuffét, har ongin fer svangur frá borðinum."

Soleiðis skriva fyriskipararnir í Tórsgøtu, nú árliga tónleikakappingin Sement fer av bakkastokki í Reinsarínum í Havn í kvøld. 

Fyrra av tveimum undanumførum verður í kvøld klokkan 20 í Reinsarínum. Annað undanumfar verður leygarkvøldið  20. apríl, og so verður finalan leygarkvøldið 27. apríl á Reinsaríinum. 

 

10 nøvn luttaka

"Alt týðir uppá, at føroyskt tónleikalív blomstrar, og vit eru ótrúliga fegin um, at heili 10 spennandi bólkar luttaka í ár." skriva fyriskipararnir um Sement 2024.

Tað kemst tó ikki uttan um, at tað í ár eru færri tilmeldingar. Okkurt árið hava 19 bólkar og einstaklingar luttikið. 

Tónleikurin til Sement 2024 verður tó fjøltáttaður, lova fyriskipararnir. Har verður alt frá hipp hopp og rokk til balladur og elektroniskan tónleik. Og luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir og eldri og yngri. "Akkurát sum tað skal vera," skriva fyriskipararnir. 

Bólkarnir í 1. umfari í kvøld eru:

  • Ókendir
  • Attika
  • Viðarr
  • Jákup Eli
  • Ingmar

 

Bólkarnir, sum spæla 2. umfar eru:

  • Ester Skála
  • Volapuck
  • Ragnar Finsson
  • gówa
  • Ása Brynjardóttir

 

Tonleikakapping og showcase

Hetta er 15. ferðin at skipað verður fyri Sement, sum byrjaði sum ein talentkapping í Margarinfabrikkini. Upprunaliga endamálið var at stimbra og styrkja grasrøturnar í føroyskum tónleiki. 

 

Sement hevur tó ment seg til at vera bæði ein tónleikakapping, men eisini ein sokalla showcase, har allir bólkar og einstaklingar eru vælkomnir at luttaka í kappingini. Tað verður ikki tikið dagar millum, um tú ert roynd og óroynd, kend og ókend. Og tað er fullkomiliga undirornað hvat slag av tónleiki, ið tú spælir.

Vinnarin hevur fingið tíð í upptøkuhøli, meðan onnur hava vunnið luttøku á ymiskum festivalum. 

Nakrar treytir eru tó:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella staðsettur í Føroyum.

  • Hvør framførsla er á 15 minuttir. 

  • Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður.

  • Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum. 

  • Hevur tú vunnið Sement, skulu tað ganga 5 ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki.

 

Sement hevur fostrað nøkur av sterkastu tónleikanøvnunum á heimliga tónleikapallinum, eitt nú Hamferð, Guðrun & Bartal, Konni Kass, Jasmin og Tamara. Tað sæst aftur á yvirlitinum yvir undanfarnar vinnarar av Sement. 

2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

Ungdómstoymið BIIT hjá Kringvarpi Føroya sendir aftur í ár frá bæði undanumførunum og finaluni í Sement 2024 í sjónvarpinum. Sendingin byrjar klokkan 20. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Norðurljóð 29.apríl 2024
174355
Mánadag 29. apríl
Fer ein nýggjur venjari at bjarga KÍ
174334
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178