Fuglalívfrøðingur: Umhvørvisbroytingar størri hóttan enn berglop

Fuglalívfrøðingur: Umhvørvisbroytingar størri hóttan enn berglop
Berglopið í Skúvoy ávirkar 6.000 av teimum 56.000 lomvigunum í oynni, so berglopið hóttir ikki stovnin. Tað gera vistbroytingar, veiða og aðrar broytingar, sigur Ivan Olsen.
Mynd: savnsmynd  
 
03.04.2024 - 18:20

Ivan Olsen er fuglalívfrøðingur. 

Saman við øðrum skipaði Ivan Olsen í fjør fyri fuglateljing í Skúvoy.

Tølini frá fuglateljingini verða brúkt sum grundarlag undir eini vísindaligari grein, ið verður útgivin seinni í ár.

 

6000 lomvigar raktar

Bjørgini í Skúvoy vóru býtt upp í 40 øki og síðani avmyndað við hágóðskumyndum. 

Staðfest varð, at júst økið, har bergið um páskirnar leyp, búleikaðust 6.000 lomvigar. 

Hesir 6.000 lomvigarnir svara til áleið 10 prosent av samlaðað lomvigastovninum í Skúvoy, sum var 56.000 lomvigar í fjør. 

 

>>Sí eisini: Skúvoyingar skoðaðu skaðan

 

Mælir til at friða lomvigan

Berglopið í Skúgvoy um páskini er sjálvandi álvarsamt fyri lomvigan, men fær ikki álvaringarlampurnar hjá Ivani Olsen, fuglalívfrøðingi, at lýsa.

Tað fær hinvegin tann sannroynd, at hóast 56.000 lomvigar ljóðar av nógvum, so er tað einans ein góður triðingur av tí, ið varð talt í Skúvoy fyri einans 20 árum síðani.

Ivan Olsen tekur tískil undir við teimum, sum mæla til at friða lomvigan fyri veiðu.

 

1664780
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297