Vit mugu krevja meira burðardygd í byggivinnuni

Vit mugu krevja meira burðardygd í byggivinnuni
Seinastu árini eru føroyingar farnir at hugsa nógv um burðardygd í sambandi við orkunýtslu í bygningum, men burðardygd í sjálvari byggingini hevur enn ikki verið á breddanum
Krøvini til burðardygd í føroyskari húsabygging eru alt ov lin, heldur formaðurin í Ráðgevarafelagnum
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
31.03.2024 - 18:25

Árni Jakobsen, formaður í Ráðgevarafelagnum, sigur, at hóast vit í dag hugsa nógv meir um burðardygd í orkunýtslu í húsum og bygningum, enn vit gjørdu fyrr, so verður næstan einki hugsað um burðardygd í sjálvari byggingini.

Kanningar vísa, at yvir eitt 50 ára skeið stava 70 prosent av CO2-útlátinum hjá einum bygningi frá sjálvari byggifasuni og smávegis viðlíkahaldi seinni - bert 30 prosent av útlátinum stava frá orkunýtslu hesi 50 árini eftir, at bygningurin er liðugur.

Byggikunngerðin BK17 treingir til dagføring, og so eiga myndugleikarnir eisini at seta eina skipan í verk við orkumerking av sethúsum og vinnubygningum, heldur Árni Jakobsen.

 

Hoyrið tíðindainnslag við Árna Jakobsen her:

 

Arni_Jakobsen_burdardygd_innslag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV