Vinus og Vimús og hvørvikynstrið

Vinus og Vimús og hvørvikynstrið
Fært tú ilt, so ber til at leggja plástur á, so hvørvur tað.
 
29.03.2024 - 07:00

Vinus er bara inni, tí hann er eitt sindur forkølaður, og so fer Vimús at vitja hann, geva honum saft at drekka og ugga hann.
Men knappliga fær Vimús ilt í nøsina, og má hava plástur á. Og so dettur bókin um sutturnar hjá Valdimari á gólv. Tað er ein góð bók at ugga seg við.
Sangurin er um at balla ein fingulinguling. Og tá Vinus fær hug at spæla og syngja sangin, kemur Vinurin við nýggjum ljóðføri. Og smáteknifilmarnir eru altíð við.

Og áðrenn Vinus fer at tekna, lærir Vimús hann, hvussu reyðu bikørini kunnu hvørva.

At enda er bert eftir at siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

Hvat: Vinus & Vimús
Hvar: í sjónvarpinum og á VIT-appini og kvf.fo/vit
Nær: Í sjónvarpinum í dag kl. 18.30, og nú á VIT-appini og kvf.fo/vit
Evni: Hvørvikynstrið


* At brúka til hvørvikynstrið: 4 bikør og 3 pappír.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958