Vænta ikki at finna fleiri á lívi

Vænta ikki at finna fleiri á lívi
Seks mans eru ikki komnir afturíaftur, eftir at eitt bingjuskip rendi á eina brúgv í Baltimore týsnáttina
Átta mans, sum vóru til arbeiðis á brúnni, tá ið vanlukkan hendi, endaðu á sjónum, men tveir teirra vórðu fingnir uppaftur beinanvegin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.03.2024 - 08:43

Myndugleikarnir vænta ikki at finna fleiri á lívi, eftir at bingjuskipið “Dali”, sum Maersk hevur leigað, rendi á Francis Scott Key-brúnna í Baltimore í USA týsnáttina, skrivar danska kringvarpið.

Talan er um seks arbeiðsmenn, sum vóru í holt við at fylla hol í vegnum á brúnni, tá ið skipið rendi á.

Hildið verður, at tað er ov kalt í sjónum til, at nakar av teimum seks monnunum er sloppin við lívinum.

Átta mans, sum vóru til arbeiðis á brúnni, tá ið vanlukkan hendi, endaðu á sjónum, men tveir teirra vórðu fingnir uppaftur beinanvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216