Tvær stroymingartænastur fara at vísa Premier League

Tvær stroymingartænastur fara at vísa Premier League
Viaplay hevur av fíggjarligum ávum selt ein part av dystunum í kappingini til Prime Video, men Viaplay-haldið verður ikki bíligari
Prime Video fer nú eisini at vísa dystir í Premier Leauge (Savnsmynd)
 
27.03.2024 - 14:41

Tað verður bæði dýrari og tvørligari at síggja Premier League næsta kappingarár. Tað skriva fleiri norðurlendskir miðlar. 

Viaplay hevur selt ein part av Premier League dystunum til Amazon, og tað merkir, at tú mást hava tvær ymiskar stroymingartænastur, um tú vilt tryggja tær, at tú sært allar dystirnar í Premier League næsta kappingarár. 

Viaplay og Prime Video stroymingartænasturnar fara at senda Premier League dystirnar. 

 

Viaplay hevur selt ein part av dystunum, tí fyritøkan er í tungum sjógvi fíggjarliga. (Savnsmynd)

 

Leygardagsdystir á Prime Video

Talan er um dystir, sum eru á skránni leygardagar kl 12.30.

Hetta merkir í stuttum, at um fólk vilja síggja Premier League leygardagar kl. 12.30, so nyttar einki at fara á Viaplay, tí teir dystirnir verða vístir á Prime Video, sum Amazon eigur. 

Orsøkin til avgerðina um at selja ein part av dystunum er fíggjarlig. Viaplay hevur verið í tungum fíggjarligum sjógvi og hevði eitt undirskot upp á beint oman fyri seks milliardir krónur í fjør. 

- Vit hava gjørt eina avtalu við Amazon, sum fevnir um nógv annað enn ítrótt, sum vit meta sum heild, at tað er tað rætta at gera. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit deila rættindi við samstarvsfelagar, sigur Lars Bo Jeppesen, stjóri í Viaplay Danmark, við danskar miðlar. 

 

Ikki bíligari

Hóast Viaplay fer at vísa færri dystir í hvørjum umfari, merkir tað ikki, at Viaplay-haldið verður bíligari. 

- Nei, vit seta ikki prísin niður. Vit stremba eftir at hava kappingarførar prísir á okkara ítróttatilfari. Av og á vinna vit okkum fleiri rættindi og onkuntíð missa vit tey, sigur stjórin í Viaplay Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297