Saknar føroyingar í Stavanger

Saknar føroyingar í Stavanger
Stjórin fyri stóru norsku orkumessuni, ONS, vónar skjótt at síggja føroyingar aftur á messu í Stavanger.
Leif Johan Sevland, stjóri í stóru orkumessuni í Stavanger, ONS
Mynd: ONS/Fredrik Ringe  
 
27.03.2024 - 23:21

- Tit hava so nógva vitan og royndir, og tit hava lætt við at skilja tað, onnur arbeiða við, so tað hevði verið fantastiskt, um Føroyar aftur komu við.

Tað sigur stjórin fyri ONS, Leif Johan Sevland, við Orkan.fo, sum hitti hann á einum orkufundi í Oslo herfyri

Hann minnist gott aftur á, tá ið Føroyar plagdu at vera við á messuni við egnum bási, og høvdu sluppina, Westward Ho, liggjandi á havnarlagnum.

Læra av hvørjumøðrum
- Sjálvandi kunnu Føroyar læra nakað av ONS, men ONS kann so sanniliga eisini læra nakað av Føroyum. Tit hava maritima mentan og kenna virðini í at samstarva við náttúruna, sigur Leif Johan Sevland.

Mongu broytingarnar í kjalarvørrinum av grøna orkuskiftinum merkja eisini eina orkumessu sum ONS, nú alsamt meira snýr seg um varandi orkuhættir so sum vind, sól og aldu- og sjóvarfalsorku.

- Alt hetta eigur eisini at vera nakað fyri føroyskar vinnulívsfyritøkur og politikarar at fáa innlit í, og her er ONS ein møguleiki, sigur Leif Johan Sevland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098