Flestu bústaðir hjá Bústøðum eru í Suðurstreymi

Flestu bústaðir hjá Bústøðum eru í Suðurstreymi
Í løtuni eru 178 íbúðir í gerð, og tær verða lidnar í 2025
60 prosent av leigubústøðunum hjá Bústøðum eru í Suðurstreymi. 178 íbúðir standa í gerð. (Savnsmynd)
 
27.03.2024 - 14:18

Bústaðir eiga tilsamans 634 íbúðir kring landið, av hesum eru 456 eru í brúki. 178 íbúðir eru í gerð, og tær verða eftir ætlan lidnar á sumri í 2025.

Harumframt hava Bústaðir bygt átta íbúðir, sum síðani eru seldar einum lutaíbúðafelag.

Tað upplýsir Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið. 

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

 

Býtið av leigubústøðum kring landið er soleiðis, at 60 prosent av bústøðunum eru í Suðurstreymoy, 14 prosent eru í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum, sjey prosent í Suðuroy, 2,5 prosent í ávikavist Vágum og Norðstreymoy, og eitt prosent er í Sandoynni.

Higartil hevur mest verið bygt í miðstaðarøkinum, tí har er tørvurin størstur.

Tað er ásett í Bústaðarpolitikki Landsins, at Bústaðir skulu virka fyri einum størri og meir fjøltáttaðum útboð av bústøðum um alt landið.

Hetta er framvegis ein av arbeiðssetningunum ið arbeitt verður eftir, sigur Ingilín D. Strøm.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098