Breiða semjan ikki uttan lýti

Breiða semjan ikki uttan lýti
- Tað er gott við eini breiðari semju, so alivinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, ið tó sær okkurt lýti við semjuni,
Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord
 
26.03.2024 - 18:31

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sambandsflokkurin hava seinnapartin skriva undir eina semju um tøkugjald og serskatt til alivinnuna, og røkkur semjan tvørtur um valskeið, fram til 2032.

Teir fýra flokkarnir siga, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum.

Tøkugjaldið byrjar á 0,5 prosentum og endar á 7,5 prosentum, alt eftir altjóða laksaprísinum, og serskatturin verður átta prosent av yvirskotinum hjá alifeløgunum.

Vón um broyting
- Tað, at tú rindar lutfalsliga mest, tá ið tú tjenar minst, er eitt lýti við semjuni, ið vónandi verður broytt, tá ið løgtingið fer undir at viðgera uppskotini, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

- Tá ið tú tjenar nógv, rindar tú eitt ella annað lutfall av tíni inntøku, men tá ið tú tjenar stak lítið, fer at kalla alt í skatti. Í veruleikanum er tað so, at við fyrstu tjentu krónuna rindar tú meira enn alt í skatti.

Uppskotið um tøkugjaldið verður lagt fram í vár, og uppskotið um serskatt av yvirskoti í alivinnuni í heyst, og lógarbroytingarnar koma í gildi 1. januar.

Hoyr útvarpssamrøðu við Atla Gregersen her:

2024-03-26_Atli_Gregersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860