Saga JAM hjá Høgna Mohr er best umtókta bókin millum føroyskar lesarar

Saga JAM hjá Høgna Mohr er best umtókta bókin millum føroyskar lesarar
Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. Virðislønin er 30.000 krónur, sum verður handað í morgin
Høgni Mohr, rithøvundur, er fyrsti vinnari av Lesaravirðislønini nakrantíð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2024 - 11:45

Seinasta mánaðin hava lesarar hava kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson. 

Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum. 

Vinnarin gjørdist "Saga JAM" eftir Høgna Mohr. 

 

Fyrstu ferð 

Lesaravirðislønin er 30.000 krónur, og hon verður handað í morgin, mikudagin 6. mars, kl. 17.00 á Klaksvíkar bókasavni.

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum.

Lesaravirðislønin skal eisini geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211