Drátturin 17. mai 2013:
Tølini:
43-20-26-98-94-54-82-56-02-34-70-69-51-99
Vanligur vinningur:
27.000 kr., ein vinnari: Farseðil 43 29 129. Vinnaratøl: 20-54-69-94
Eykavinningurin:
Ein iPad 3, vinnari: Farseðil 43 29 151
Drátturin 10. mai 2013:
Tølini:
59-87-30-65-14-97-7-80-78-5-45-64-77-49
Drátturin 3. mai 2013:
Tølini:
68-81-54-31-71-04-59-94-49-88-97-10-28-42
Eykavinningurin:
Ein iPhone 5, vinnari: Snarseðil 42 24 286, seldur á Magn-støðini á Norðara ringvegi í Havn
V4 kom í lag, tí fíggjarligu umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya vóru ov ringar í sekstiárunum. Útvarpsleiðslan kom tí við einum uppskoti til Føroya Landsstýri um at loyva útvarpinum at hava egnan happadrátt til frama fyri útvarpið, og varð hetta játtað.
Fyrsti dráttur var 29. november 1969. V4 vísti seg at vera eitt heppið átak. Undirtøkan var stór, og pengarnir fóru at renna inn í kassan hjá útvarpinum. Pengarnir vórðu nýttir til nýtt útvarpshús, tøkni, fleiri starvsfólk og annað.
Tað, sum serliga birti upp undir áhugan fyri V4, vóru undirhaldssendingarnar, sum farið varð undir saman við V4-dráttinum. Landsins fremstu sangarar, tónleikarar, sjónleikarar, yrkjarar, høvundar og fleiri gjørdu V4-sendingarnar til útvarpsins best umtóktu sendingar nakrantíð.
Snarseðlar
Vanligir V4 snarseðlar kunnu keypast á sølustøðum kring landið. Hesir seðlar kunnu keypast til kl. 15 hósdag.
Farseðlar
Tú kanst keypa V4-seðlar um fartelefoninia - eisini tá tú er uttanlands, men minst til ikki at brúka landakotuna, einans 1911.
Í einum SMS-boðum skrivar tú: V4 og sendir tey til: 1911. Tú fært síðan tínar V4-seðil sendandi í einum SMS boðum.
Hesir V4 seðlar kosta 27 kr. umframt SMS gjaldið. Tú rindar fyri seðlarnar um telefonrokningina ella burtur av talutíðarkortinum.
Seðlar kunnu keypast til fríggjamorgun kl. 9.15. Sølan til næsta drátt byrjar kl. 10.00 fríggjamorgun. Hvør telefon kann keypa upp í tríggjar seðlar til hvønn drátt.
Er tað ein fartelefon, ið hevur vinnaraseðilin, fær vinnarin SMS-boð um, at hann hevur vunnið. Vinningin eigur tann, ið stendur fyri fartelefonini.
Spælir tú við fleiri seðlum gjøgnum fartelefonina, er lætt at fylgja við. Send eini SMS-boð við tekstinum V4 S til 1911. So sært tú tínar seðlar á fartelefonini.
Fastir seðlar
Tú kanst keypa tær fastar V4 seðlar um fartelefonina.
Í einum SMS boðum skrivar tú: V4 F1, og sendir tey til: 1911. So fært tú hvønn fríggjadag kl.12 tín fasta V4 seðil í einum SMS boðum.
Tú kanst hava upp í 5 fastar V4 farseðlar. Tá skrivar tú F2, F3, F4 ella F5.
Tú kanst ógilda bíleggingina av tínum fasta V4 seðli við at skriva: V4 F0 í einum SMS boðum og senda tey til: 1911.
Online Keyp
Her ber til at keypa V4 seðlar online:
Online keyp av V4 seðlum