Í ”Tit skriva, vit spæla” ber til at skriva vertinum eitt bræv og ynskja sær eitt lag. Verturin lesur lurtaraynskini upp í sendingini og spælir lagið, um tað er til taks.
Ynsk tær eitt lag
Tú kanst ynskja tær eitt lag, við at seta teg í samband við eina av hesum adressunum:
tsvs@kringvarp.fo
, postboks 1299 ella umvegis telefaks 347501
Sendingin var fyrstu ferð á skránni fyri okkurt um 30 árum síðan, við heitinum “Lurtararnir og vit spæla tónleik”. Tá var eingin vertur á sendingini, og vanliga var tað eitt av tíðindafólkunum, sum legði nakrar plátur á.
Mitt í áttatiárunum varð sendingin broytt, til at lurtararnir kundu senda ynski inn um at hoyra eitt ávíst lag. Sendingin broytti samstundis navn til “Lurtararnir og vit”. Seinni hevur sendingin aftur skift navn til “Tit skriva, vit spæla”.
Sendingin hevur havt fleiri vertir gjøgnum árini, men høvuðsverturin øll árini hevur verið Elis Poulsen. Øssur Egholm er vertur á sendingini í dag.