Tónasláttur er sending, ið leitar fram tilfar úr føroysku tónleikasøguni. Ein sending ið fevnir breitt, har aðalmálið er at lýsa fjølbroyttu tónleikasøgu okkara við tónleiki og søgum úr bygd og bý. Tað ið eyðkennir sendingina er t.d. samrøður við tónleikarar, eygleiðarar, viðmerkjarar ella áhugaði.
Eisini evni so sum, ljóðføri, útgávur, upptøkur, konsertir, ummæli, blaðgreinar og útlendskar tónleikavitjanir, eru partar av innihaldinum. Talan er um eina sending ið tekur saman um mentanararv okkara, nevniliga rútmisku tónleikin.
Tónasláttur er sending ið er afturlítandi, har vit minnast gamlar dagar.
Slag av sending: Tónleika- og dokumentar
Málbólkur: Tónleikaáhugaði
Sendilongd: 55 min.
Vertur: Hans Egholm
Redaktørur:
Hans Egholm, blokk@kringvarp.fo