Rót og rútma er ein tónleikasending við country tónleiki í breiðastu merking. Í Rót og rútmu kanst tú hoyra tað allarnýggjasta á country marknaðinum, ikki bara úr USA, men eisini úr Føroyum, Evropa og aðrastaðni.
Eisini eru country klassikarar á skránni, og nomið verður við tað, sum rørir seg innan hesa tónleikasjangru. Sendingin hevur verið á skránni í meira enn trettan ár.
Meinhard Jensen sigur um sendingina: "Besta tónleikasendingin í føroyskari radiosøgu heldur fram á sama støði. Sama góða røddin, altíð ein veitslugrýta við nýggjum og gomlum country, stórseljarum og obskurum gimsteinum."
Slag av sending: Tónleikur
Málbólkur: Country fjepparar í øllum aldri.
Sendilongd: 60 min.
Vertur: Petur Rouch
Redaktørur:
Petur Rouch, peturr@kringvarp.fo