Í sendingini Nýtt Ljóð, verður tónleikur, sum fyri flestu føroyingar er nýggjur, øðrvísi ella ókendur, spældur og lýstur.
Fyrst og fremst er tað nýggjur, føroyskur tónleikur, ið verður viðgjørdur. Hetta fyri tað mesta við upptøkum, sum Kringvarpið hevur gjørt. Eisini verður ljós varpað á nýggjan, norðurlendskan tónleik.
Sendingin er ikki tengd at nøkrum ávísum tónleikaslagi, men tað er tó serliga framhugsin tónleikasløg, ið dentur verður lagdur á.
Slag av sending: Tónleikur
Málbólkur: Tónleikaáhugað
Sendilongd: 60 min.
Vertur: Edvard Nyholm Debess
Redaktørur:
Edvard Nyholm Debess, edvard@end.fo