John Lennon segði, at "Áðrenn Elvis var onki," og sendingin snýr seg um ta siðvenjuna, sum Elvis stóð í, hóast hon sum so onki hevur við hann at gera. Tónleikurin er frá 1897 fram til í dag, og er sum heild blues og gospel og tann tónleikurin, sum er sprottin úr hesum. Men onnur tónleikasløg eru eisini við, so sum shape note sangur, Tin Pan Alley o.s.fr.
Umleið ein triðingur av hvørjari sending er prát, og restin er tónleikur. Prátið snýr seg um sangirnar, sum spældir verða, um tónleikararnar og onnur viðurskifti, sum hava við tónleikin og tónleikararnar at gera. Flestu sendingarnar hava eitt evni, t.d. sangir um vatn ella pengar.
Sendingin hevur verið til síðan 2007. Áðrenn Elvis líkist øðrum útvarpssendingum hjá Kringvarpi Føroya, so sum "Rót og rútmu" og "Lakk og vinyl", men leggur meira dent á gamlan blues og svartan gospeltónleik, sum áður hevur verið lítið spældur í føroyskum miðlum.
Konseptið hevur verið tað sama frá byrjan og verður møguliga víðkað við samrøðum í komandi tíðum.
Slag av sending: Tónleikur
Málbólkur: Tónleikaáhugað fólk við áhuga fyri siðvenju og eini góðari søgu aftan fyri sangirnar.
Sendilongd: 57 min.
Vertur: Meinhard J. Jensen velur tónleikin og skrivar tilfarið
Redaktørur:
Meinhard J. Jensen, meinhardjensen@hotmail.com