Turné er ein sending við jazztónleiki. Sendingin rúmar øllum jazzrelateraðum tónleiki við síðusjangrum. Evnið í sendingunum kann t.d. vera tónleikur í einum stíli, úr einum ávísum landi, umhvørvi, tíðarskeiði, ella tónleikur eftir ein ávísan tónleikara, t.v.s. ein tónleikaraprofilur, har spælt verður tónleikur eftir viðkomandi. Innsløg kunnu koma fyri í formi av samrøðum og ljóðbrotum. Endamálið við sendingini er at breiða út kunnleika til tann góða jazzrelateraða tónleikin við tí vinkli, at talan er um ein listaform, har bæði kompositión og improvisatión eru serstøk úttrykk hjá tí einstaka listafólkinum.
Heitið á sendingini merkir í grundini "konsertferð". Men í hesum sambandinum verður tað brúkt í fluttari merking og vísur til innihaldið í sendingini, har vit ferðast í tónleikinum, frá landi til lands, frá einari sjangru til eina aðra, frá einari tíð til eina aðra - ella bara tað, at vit ferðast í hugaheiminum. Tað er upp til lurtaran sjálvan at leggja sítt í hetta heitið.
Slag av sending: Jazz tónleikur
Málbólkur: Jazz tónleika áhugaði
Sendilongd: 60 min.
Vertur: Leivur Thomsen, tónleikari, útbúgvin við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn ár 2000, við diplom í guitarspæli. Spælt eitt ótal av konsertum og fløgum. Arbeitt nógv í studio, bæði sum tónleikari og framleiðari. Undirvíst í tónleiki. Hevur starvast sum teknikkari í Kringvarp Føroya síðani 2007, har hann hevur gjørt sendingar og fingist við upplestur av ymsum slag. Limur í Tónleikaráðnum í Kringvarpinum.
Redaktørur: Leivur Thomsen, leivurt@kringvarp.fo