Í LP'ini verða spældar heilar LP'ir. Flestu teirra eru klassikarar í dag og er tónleikastílurin tí tengdar at hvørjari einkultari útgávu. Mest fara at verða spældar LP'ir frá rock- og poptónleikinum í 60-, 70- og 80'unum.
Eisini snýr hendan sendingin seg um LP'ina sum miðil, og viðgjørd verða evni innan lurtiútgerð, HI-FI og High End útgerð.
Hvør LP stendur aftast í myndini? Gita, og send svarið inn til edvard@end.fo.
Slag av sending: Tónleikur
Málbólkur: Øll við áhuga í tí tónleiki ið var frammi í 60-, 70- og 80'unum, tá lp'in hevði sína stórheitstíð.
Sendilongd: 55 min.
Vertur: Edvard Nyholm Debess
Redaktørur:
Edvard Nyholm Debess, edvard@end.fo